
Havnarsøga nú sum Poddvarp
Tíðindi
Ynskir tú at gerast sjálvboðin
Vit hava brúk fyri fólki at eitt nú flokka og skráseta myndir og skjøl, rættlesa tilfar og annars hjálpa til við ymiskum fyrifallandi.
Havnin undir krígnum

150
Fólkatalið í Havnini í ár 1600

21,928
Fólkatalið í Tórshavnar kommunu jan. 2020

Ynskir tú at lata lutir og myndir?

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Býarsavnið, um tú liggur inni við onkrum luti ella tilfari, sum kann hava søguligan týdning fyri Havnina.

Tórshavnar Býarsavn
Tórshavnar býarsavn er savnið fyri øll, sum eru góð við Havnina og bygdirnar í kommununi. Við lutum, myndum og upptøkum av ymiskum slag hevur Tórshavnar býarsavn til endamáls at lýsa gerandisdagin í okkara høvuðsstaði, serliga í tíðarskeiðinum frá miðskeiðis í nítjandu øld fram til nýggja tíð.
Ofta settir spurningar
Niðanfyri eru nakrir spurningar, sum fólk oftani spyrja okkum um.
Býarsavnið flytir í gamla Musikkskúlan á Frúutrøð í næstum.
Skrivstovan er fyribils í Degns húsi, Tinghúsvegur 4.
Býarsavnið kann ikki taka lutir inn á savnið at hava í varðveitslu fyri fólk. Ynskja fólk at lata lutir, verður ein skriftlig avtala gjørd, har Býarsavnið fær fullan ognarrætt til tað, ið verdur latið.
Ring ella send okkum ein teldupost við frágreiðing og mynd av lutinum. Ein meting verður síðani gjørd av lutinum, og her verður dentur lagdur á at kenna søguna hjá lutinum, nýtslu og upplýsingar um eigara og brúkara. Eisini verður hugt at hvørjum standi luturin er í.