Býarsavnið hevur givið út ársfrágreiðing um fjølbroytta virksemið hjá savninum í 2019. Í ársfrágreiðingini kanst tú millum annað lesa um framsýningar, verkætlanir og mangt annað.

Les meir við at heinta frágreiðingina niðanfyri

Fríggjadagin 16. august 2019 bjóðaðu Mentamálaráðið og Tjóðsavnið til savnsdag undir heitinum “Søvnini í framtíðini: Rák og reglur”. Yvir 50 fólk luttóku frá bygdasøvnum, listasøvnum og sersøvnum.
Á degnum varð m.a. skift orð um savnslógina, og hvørji ynskir bygdarsøvnini hava til eina komandi savnslóg. Endamálið við degnum var harumframt at hittast, og fáa íblástur til savnsvirksemi hjá hvørjum øðrum, og at enda í felag koma við hugskotum um, hvussu savnsøkið kann verða skipað í framtíðini.
Dagurin varð skipaður við verkstovum, ið vóru settar saman við gongutúrum og frásagnum frá søguligum støðum í Havn. Vitjað varð m.a. á Skansanum, Tinganesi, Løgtinginum og á Reinsarínum.
Býarsavnið hevði fingið til uppgávu at standa fyri verkstovu á Reinsarínum. Savnsleiðarin Margretha Nónklett greiddi fyrst frá søguni hjá Reinsarínum, og síðani frá endamálinum og virkseminum hjá Tórshavnar býarsavni.
Savnsdagurin endaði á parnassinum á Hafnia, við samanumtøku og ynskjum um, at dagurin kundi gerast eitt afturvendandi tiltak.

Kunnað verður um, at Býarsavnið er í summarfrí frá mánadegnum 24. juni til 12. august.

Býarsavnið skipaði fyri søguligari mótasýning í Müllers Pakkhúsi Mentanarnáttina. Tvær sýningar vóru og báðar vóru fullsettar. Mótasýningin var partur av einari verkætlan hjá savninum um klædnamóta í Havn gjøgnum tíðirnar. Myndir frá tiltakinum, og tilfar um klædnamóta tey ymsu tíðarskeiðini verður tøkt á heimasíðuni aftaná summarfrítíðina.

Tórshavnar býarsavn skipar fyri søguligari mótasýning í Müllers Pakkhúsi Mentanarnáttina. Tvær sýningar eru. Tann fyrra er kl. 19.30 – 20.00 og seinna sýningin er kl. 20.30 – 21.00.

Á mótasýningini fara vit at síggja og hoyra, hvussu havnarfólk gingu ílatin frá umleið 1920 til 1970-árini.

Umframt at lýsa føroyska mótasøgu í eina hálva øld lýsir sýningin eisini altjóða rák, samfelagsmenning og livikor í Havn í hesum tíðarskeiði.

Frásøgufólk er Ria Tórgarð.

Ókeypis atgongd.

Sum starvslesandi verður tú partur av dagliga arbeiðinum á savninum og fært við hesum innlit í tey mál, ið savnið arbeiðir við. Arbeiðsuppgávurnar kunnu vera sera ymiskar, alt eftir hvat tørvurin er í tíðarskeiðinum. Tað verður tó miðað eftir, at tann starvslesandi kann arbeiða við serstøkum verkætlanum innan sítt fakøki eitt nú framsýningar og tiltøk, gera greiningar/kanningar, skráseting og røkt av lutum, kunningartilfar til heimasíðuna, marknaðarføring, miðlan o.s.fr. 

Tann starvslesandi eigur at vera undir hægri útbúgving, og tað er ein fyrimunur at hava lokið prógv á bachelor-stigi.

Starvsvenjingin er ólønt og er skipað eftir somu reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi hjá tí almenna. Starvsvenjingin er millum 3 – 6 mánaðir, alt eftir tíðarætlanini hjá lestrarstovninum.

Set teg í samband við Margrethu Nónklett, savnsleiðara, fyri at hoyra nærri á telefon 286648, ella við telduposti byarsavn@byarsavn.fo.  

Liggur tú inni við gomlum klæðum og tilhoyri, sum tú kundi hugsað tær av við? So frætta vit fegin frá tær! Vit leita eftir klæðum og tilhoyri (hattum, taskum, handskum o.ø.) frá 1920’unum – 1970’ini til forkunnugt tiltak Mentunarnáttina. 

Send okkum eini boð og mynd á byarsavn@byarsavn.fo, ella ring á tel. 277228. 
Vit gleða okkum at frætta frá tær! 

Savnið hjá Birgari Johannessen er upprunaliga eitt privat savn, ið er á tremur við lutum, ið Birgar hevur savnað síðani 1960 árini. Ein stórur partur av lutunum er gerandislutir, ið siga eina søgu um lívið í Tórshavnar býi. Um gerandislív, arbeiði og mentanarlív.

Birgar Johannessen lat Tórshavnar kommunu privata savnið í oktober 2018, og savnið er soleiðis vorðið fastur partur av Tórshavnar býarsavni.

Savnið hevur hildið til í gamla Tórs Kafeteria. Hetta leigumál gongur skjótt út, og í hesum sambandi hevur verið opið fyri almenninginum hvønn dag í apríl mánaði. Skúlar og stovnar hava eisini havt høvi at vitja fyrrapartar.

Arbeitt verður við at útvega Tórshavnar býarsavni høli til fast framsýningarvirksemi, og lutirnir frá Birgari verða partur framsýningunum hjá býarsavninum.

Visit Tórshavn samskipar ein hóp av spennandi gongutúrum fyri tey søgu- og mentanaráhugaði. Umframt gongutúrar í søguligum og náttúruvøkrum pørtum av býnum, ber eisini til at fara á onkrar meir serligar gongutúrar, eitt nú ein túr í gamla kirkjugarð á Svínaryggi við audioguide í staðin fyri ferðaleiðara.

Tú finnur leinki til nakrar av gongutúrunum, ið Visit Tórshavn skipar fyri her.

2. desember letur forvitnislig framsýning upp í Auluni í Finsen. Endamálið við framsýningini er at lýsa jólini í høvuðsstaðnum gjøgnum tíðirnar. Hvaðani stava siðirnir, ið eru knýttir at jólunum, eitt nú jólatræið, jólagávurnar og jólamaðurin?

Framsýningin er opin til 23. desember, og er harumframt opin vikuskiftið 29. og 30. desember.

Adventsvikuskiftini er verkstova fyri børn kl. 14 – 17, har vit gera heimagjørt jólaprýði.

Framsýningin er opin hvønn dag millum klokkan 14 – 17.