Nýggja ársfrágreiðingin hjá Býarsavninum lýsir virksemið hjá savninum í 2021. Her kanst tú millum annað lesa um ‘Gripagoymsluna’, ið er nýggja poddvarpið hjá Býarsavninum, og um ‘Góðustovu’ í Hans Andriasar húsi, sum Býarsavnið varðar av.

Ársfrágreiðingin kann takast niður sum pdf.   

Í eini nýggjari forvitnisligari sendirøð sleppur tú at uppliva Havnina, sum hon var fyrr í tíðini. Margretha Nónklett, býarsavnsvørður, er vertur á poddvarpsrøðini Gripagoymslan.

“Seint á heystið í 1886 hendi nakað heilt serligt, tá bar nevniliga til at síggja eina veruliga apu í Klubbanum”.

Soleiðis byrjar fyrsti partur av nýggju poddvarpsrøðini Gripagoymslan, sum júst er komin út á stroymingtænastur sum Spotify og Apple Podcasts. Tað er Tórshavnar Býarsavn, sum saman við ljóðfólki og journalisti hevur framleitt poddvarpið.

Tórshavnar Býarsavn, sum flutti inn í gamla Musikkskúlabygningin í 2020, hevur til endamáls at varðveita og miðla Havnar søgu. Savnið hevur havt fleiri framsýningar og rundtúrar, og víðkar altso nú um sítt virksemi við einum nýggjum poddvarpi.

Korona farsóttin hevur havt við sær, at søvn uttanlands eru farin í holt við at miðla søgu og lutir á nýggjum samskiftispallum, eitt nú í poddvarpssendingum. Fyri Býarsavnið var 2020 eitt hendingaríkt ár. Savnið fekk savnshøli í gamla Musikkskúlanum á Frúutrøð og tað eydnaðist savninum at lata serframsýningina um Havnina undir krígnum upp hóast korona.

Í ár er støðan tó ein onnur. Ætlaðu umvælingarnar á Býarsavninum draga út og tí hevur savnið funnið aðrar máta at miðla Havnasøgu, meðan bíðað verður eftir, at hølini verða klár. So tá Býarsavnið nú førkar seg yvir á ein av teimum nýggjastu samskiftispallunum, er tað bæði orsakaða av hølisviðurskiftunum, men eisini fyri at flyta søguna við yvir har, sum fólkið er, sigur Margretha Nónklett, sum er leiðari á savninum og eisini vertur í sendingini.

Serstakir lutir

Í hvørjum parti verður ein serstakur lutur funnin fram úr rúgvismiklu goymsluni hjá Tórshavnar Býarsavni. Poddvarpið er ein kanningarferð aftur í tíð, har verturin saman við einum serfrøðingi ella heimildarfólki granskar lutin og ta tíðina, luturin hoyrir til.

– Umframt at vera ein roynd at lýsa teir ávísu lutirnar, er hetta eisini ein roynd at lýsa samtíðina, teir hoyra til. Fyrsti partur snýr seg um eina útstappaða apu, sum stendur í húsunum hjá Hans Andrias og Petru Djurhuus. Apan er frá 1880-árunum, og tað vísir seg, at um tað mundið var eisini ein øgiliga nógv umtalað framsýning í Havnar Klubba, har ein apa varð víst fram. Tað bleiv enntá eitt orðatak, at tað var tað sama at hava verið í Havn og ikki sæð apuna, sum tað var at hava verið í Rom og ikki sæð pávan. Hetta er tí ikki bara ein søga um eina útstappaða apu, men um eina tíð, har Havnafólk byrjaðu at vísa tí ókenda og eksotiska áhuga.

Til ber at lurta eftir Gripagoymsluni á stroymingtænastunum Spotify og Apple Podcast og á heimsíðuni hjá Tórshavnar Býarsavni, byarsavn.fo/poddvarp.

Býarsavnið hevur opið hús í Hans Andriasar húsum kl. 18 – 21, har til ber at síggja heimið hjá skaldinum Hans Andriasi Djurhuus og konu hansara Petru.

Vælkomin á gátt!

Nýggja ársfrágreiðingin hjá Býarsavninum lýsir fjølbroytta virksemið hjá savninum í 2020. Har kanst tú millum annað lesa um serframsýningina um Havnina undir krígnum, tiltøk, hagtøl og mangt annað.


Prentaða ársfrágreiðingin fæst ókeypis á Býarsavninum og kann eisini takast niður sum pdf.

At ganga grýla!

Føstulávintsmánadag fara grýluklødd børn helst at banka á dyrnar nógvastaðnis. Tá tey hava sagt, hvat tey eita, fáa tey bomm ella kanska eitt oyra.

Kanska onkur bankar uppá í annaðkvøld eisini. Tað var gamalt at ganga grýla týskvøld – grýlukvøld. Mikudagin er øskudagur og tá byrjar føstan, ið endar páskadag. Fyrr í tíðini var føstuinngangur hesar tríggjar dagarnar, áðrenn farið varð undir ta álvarsomu og strongu føstuna.

Í dag er lítil munur á føstuni og vanliga gerandisdegnum. Fyrr var øðrvísi. Tey spældu t.d. ikki kort í føstu og dansaðu ikki. Og í katólskari tíð var ikki loyvt at eta kjøt í føstu. Um børnini ikki skikkaðu sær væl kom grýlan eftir teimum, sum vit syngja í skjaldrinum:

Oman kemur grýla frá gørðum

við fjøruti hølum,

bjølg á baki

skálm í hendi,

kemur at kryvja búkin úr børnunum,

ið gráta eftir kjøti í føstu

Tá var einki annað at gera enn at koyra kjøt í posan, so grýlan gavst at ýla og bidda! Fyrr gingu vaksin fólk grýla ella langaføsta, sum tað eisini varð nevnt. Seinni bleiv tað vanligt hjá børnum at ganga grýla.

Marius Johannesen greiður frá í bókini “Føroysk barnaspøl”, at tá hann var barn vóru børnini glað fyri ein sukurmola, tí góðgæti var ikki so vanligt tá. Tað hendi seg eisini meir enn so, at sukurmolin varð brotin í helvt, um grýlurnar vóru nógvar í tali. Hetta hevur verið í 1910 árunum.

Á myndunum, ið frøkun Gravesen hevur tikið, síggjast børn í Hornabø, sum ganga grýla helst fyrst í sekstiárunum. Frøkun Gravesen var sjúkrasystir í Havn í árunum 1956 – 1966. Hon tók nógvar myndir í Føroyum, sum hon læt Ølgod Museum. Savnið hevur latið Tjóðsavninum myndirnar, ið Býarsavnið er sloppið at læna.

Sum sæst á myndunum brúktu børnini gekkaskortar tá, bæði keyptar og heimagjørdar. Á síðstu myndini er ein skortur, sum Býarsavnið eigur. Stuttligt um onkur veit at siga okkum, nær hesin man hava verið brúktur!

Nú er framsýningin um Havnina undir krígnum komin at enda.

Stóra tøkk til tykkum øll, sum hava latið/lænt lutir og myndir og á annan hátt hava hjálpt til við framsýningini.

Og takk til tykkum, ið hava vitja framsýningina. Fleiri enn 3000 fólk hava vitja, harav 30 skúlaflokkar, ið hava fingið eina serliga rundsýning ætlað børnum og ungum. Eisini hava vit skipað fyri søguligum gongutúrum, rundsýningum fyri vaksnum, sangløtu og familju-rundsýningum á Savnsfagnaðinum og jólaverkstovu.

Tað er altíð sorgblítt at taka eina framsýning niður, samstundis sum tað gevur pláss fyri nøkrum nýggjum. Næst á skránni er fasta framsýningin hjá Býarsavninum um Havnar søgu(r). Men áðrenn hetta fara vit í jólafrí!

Skrivstovan er stongd frá mánadegnum 21. desember til og við týsdagin 5. januar 2021.

Gleðilig jól

Hevur tú hug at royna teg innan savnsheimin? Býarsavnið leitar eftir starvslesandi til fyrra hálvár 2021.

Sum starvslesandi á Tórshavnar býarsavni fært tú ein virknan leiklut at menna okkara komandi føstu framsýning. Tú kemur eisini at arbeiða við skráseting og varðveitslu av lutum og annars at vera partur av dagligu arbeiðsgongdini á savninum.

Tú kanst vera lesandi á bachelor ella master stigi, t.d. innan søgu, fornfrøði, mentan, miðlan ella líknandi.

Umsóknarfreistin er 7. desember 2020. Umsóknir skulu sendast til byarsavn@byarsavn.fo

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 302090, og umvegis teldupost byarsavn@byarsavn.fo, um tú vilt vita meira.

Takk øll, sum vitjaðu Býarsavnið á Sagvnsfagnaðinum 2020

Savnsfagnaður hevur verið hesa vikuna og hópin av spentum og forvitnum børnum og familjum hava vitja.

Vit hava sungið føroyskar barnasangir, sum tey sungu undir krígnum, og seinnapart hevur verið barnavinalig rundsýning um Havnina undir krígnum.

Eisini hava børnini loyst uppgávur og tikið myndir saman við hermonnunum. Niðanfyri eru nakrar av myndunum! Tað hevði eisini verið stuttligt at sæð tykkara mynd

Heystfrítíðin er í døgunum 12. til 16. oktober og á Býarsavninum gleða vit okkum at bjóða tykkum vælkomin á Savnsfagnað.

Evnið hjá Býarsavninum er ”Barn undir krígnum” og allar framsýningar, upplivingar og uppgávur eru tengdar at hesum evni.

Savnsfagnaðurin verður skipaður eitt sindur øðrvísi enn vanligt orsakað av korona.

Opið er hvønn dag millum kl. 11 – 13 og aftur frá 14 – 16.

Neyðugt er at keypa atgongumerki til tiltøkini og hesi eru til sølu á heimasíðuni hjá Kunningarstovuni.


Kl. 11.15 Føroyskir barnasangir við Dánjal á Neystabø

Vit fara at syngja teir vælumtóktu barnasagnirnar hjá Hans Andrias Djurhuus, sum børn eisini hava sungið undir krígnum. – Um Lítlu Elsu, Kongaríki í Bábylon, Karina og allar hinar!

Henda løtan hóskar seg væl til tey yngru børnini.

Aftan á sangløtuna, sum tekur uml. ½ tíma, ber til at síggja framsýningina, loysa uppgávur, taka myndir saman við hermonnunum og spæla føroysk barnaspøl uttanfyri.

Keyp atgongumerki her: https://visittorshavnshop.fo/bilegging/foroyskir-barnasangir-vid-danjal-a-neystabo/

Savnið er opið frá kl. 11 – 13.  


Kl. 14.15 Rundsýning fyri barnafamiljur um Havnina undir krígnum

Hvønn dag kl. 14.15 verður rundsýning fyri barnafamiljur um Havnina undir krígnum. Okkara dugnaligi savnslærari fer at greiða frá um lívið í Havn undir krígnum. Eisini tosa vit um, hvussu tað man hava verið at vera barn undir krígnum.

Hendan løtan hóskar seg væl til børn í skúlaaldri.  

Aftan á rundsýningina, sum tekur uml. 45 min., er møguleiki at loysa uppgávur, taka myndir saman við hermonnunum og spæla føroysk barnaspøl uttanfyri.

Keyp atgongumerk ker: https://visittorshavnshop.fo/bilegging/rundsyning-fyri-barnafamiljur-um-havnina-undir-krignum/

Savnið er opið frá kl. 14 – 16.

Covid 19:

Talið av vitjandi er avmarkað fyri at tryggja neyðuga frástøðu.

Vit hava hondspritt ymsastaðni. Reingerðin er í hásæti og allar yvirflatur verða sprittaðar millum holdini.

Býarsavnið bjóðar skúlaflokkum at vitja serframsýningina “Havnin undir krígnum”

Tíðarskeið: Frá 4. september til 4. november. Í fyrstu atløgu ber til at vitja fyrrapart týsdagar og fríggjadagar: kl. 08 – 09, kl. 9.15 – 10.15 og kl. 10.30 – 11.30.

Málbólkur: Vit taka støði í tí at vera barn og ung undir krígnum og viðgera viðkomandi evni saman við næmingunum. Fyri at fáa mest burturúr mæla vit til, at vitjanin verður samantvinnað við undirvísingina um 2. heimsbardaga, sum okkum kunnugt er partur av pensum hjá 5. og 8. flokki. Her verður hugsað um “Søga 5, Eitt land í menning” og nýggju søgubókina “Føroysk søga 2”, sum er ætlað søguundirvísingini í 8. flokki: https://foroysksoga2.sbok.nam.fo/?id=302

Kostnaður: Vitjanin kostar 300 kr. fyri hvønn flokk.

Tilmelding: Tilmelding fer fram í minsta lagi 1 viku áðrenn á tel. 302090 ella við at senda ein teldupost til byarsavn@byarsavn.fo

Mynd: Nationalmuseet