Býarsavnið letur upp aftur mánadagin 17. august
14. aug. 2020
Vit lata upp aftur mándagin 17. august kl. 11 – 17. Vit fylgja øllum tilmælunum í sambandi við korona, so tað er trygt at vitja savnið:
- Í mesta lagi 25 persónar á savninum í senn – og 10 í hvørjum framsýningarhøli.
- Vit hava hondspritt við inngongdina og aðrastaðnis á savninum.
- Vit gera eyka reint á savninum, og vit eru serliga ansin at spritta allir kontaktflatur.
- Vit minna á at halda frástøðu (1 – 2 m).
- Gestir eru vælkomnir at vera í masku/munnbindi
Vit gleða okkum at síggja tykkum!