Kollafjarðar bygdasavn

Kollafjarðar bygdasavn heldur til í Gamla skúla. Gamli skúli liggur skamt frá nýggja skúlanum, og hevur eisini verið nýttur til læknaviðtalu og skrivstovuvirksemi.

Í savninum eru alskyns lutir, ið stava frá bygdini. Sjálvur skúlin er eina vitjan verdur, ið er varðveittur og umvældur til at líkjast skúlanum, sum hann upprunaliga sá út. Í hølunum eru gomlu skrivaraborðini hjá næmingunum at finna umframt annað innbúgv, ið upprunaliga hoyrdi til skúla

Húsið við Brunn

Bygdasavnið við Brunn vísir menningina av føroyska samfelagnum frá 17. øld fram til byrjanina av 20. øld.

Bygdasavnið hevur ongar upp- og afturlatingartíðir, men til ber at venda sær til Nólsoyar Kunningarstovu fyri at leggja eina vitjan til rættis

Sløkkiliðssavnið

Á savninum hjá Tórshavnar Sløkkiliði er ein framsýning at finna, ið fevnir um lutir og myndir, ið siga søguna um arbeiðið hjá Tórshavnar Sløkkiliði. Tórshavnar Sløkkilið varð skipað sum fast sløkkilið í 1933, og í savninum eru pumpur, búnar og brandbilar, ið Tórshavnar Sløkkilið hevur nýtt hesi árini.

Gamla hospital

Gamla Hospital í Skipara Hansensgøtu er nærum 200 ára gamalt. Tað varð bygt í 1829, og varð brúkt í knøpp hundrað ár, til Dronning Alexandrines Hospital varð tikið í nýtslu í 1924.

Hópin av lutum frá heilsuverkinum eru savnaðir gjøgnum árini og ætlanin hjá sjálvsognarstovninum er, at bygningurin skal nýtast sum heilsusavn.

Tað er sjálvsognarstovnurin Gamla Hospital, ið stendur fyri umvælingini av bygninginum. Sjálvsognarstovnurin er myndaður av Føroya Forngripafelag, Læknafelag Føroya, Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Arkitektafelag Føroya og Havnar Handverksmeistarafelag.

Óvist er, nær savnið letur upp.