Tilfar

Ársfrágreiðing fyri 2019

Býarsavnið hevur givið út ársfrágreiðing um fjølbroytta virksemið hjá savninum í 2019. Í ársfrágreiðingini kanst tú millum annað lesa um framsýningar, verkætlanir og mangt annað.

Les meir við at heinta frágreiðingina niðanfyri

Havnar søga

Sætta og seinasta bind um Havnar søgu kemur út á heysti 2020.
Í umfatandi verkunum verður Havnar søga lýst frá víkingatíðini, tá Havnin hevði støðu sum tingstaður Føroya, undir kongliga einahandilinum, traðasøguna í Havn, handil- og fiskivinnuna, skúlasøgu, kongligar vitjanir og mangt annað í sambandi við menningina av Tórshavn sum høvuðsstaði.

Ætlanin er at talgilda allar seks bøkurnar.

Tórshavanar býaratlas

Eitt serstakt býaratlas er framleitt, ið lýsir menningina av býnum, vísir á ávísar bygningar og ymisk umhvørvi, sum verd eru at varðveita. Eisini verður í stuttum greitt frá býarsøguni, um byggisið og um nakrar av teimum arkitektum, sum hava virkað í býnum.