Býarsavnið

Tórshavnar býarsavn er savnið fyri øll, sum eru góð við Havnina og bygdirnar í kommununi. Við lutum, myndum og upptøkum av ymiskum slag hevur Tórshavnar býarsavn til endamáls at lýsa gerandisdagin í okkara høvuðsstaði, serliga í tíðarskeiðinum frá miðskeiðis í nítjandu øld fram til nýggja tíð.

Tórshavnar Býarsavn virkar sambært løgtingslóg um bygdasøvn og hevur formliga virkað síðani 1987. Virksemið hjá býarsavninum hevur verið avmarkað í tíðarskeiðinum 2009 til 2018, tí einki savnsstarvsfólk var beinleiðis knýtt at savninum í hesum tíðarskeiði, fyri uttan søgufrøðingarnar Jens Pauli A. Nolsøe og Kára Jespersen, sum hava arbeitt burturav við Havnar søgu.

Í august 2018 varð starvið sum býarsavnsvørður sett aftur. Høvuðsuppgávurnar vóru at skipa savnið av nýggjum, tryggja skráseting og goymsluviðurskifti og planleggja og fremja framsýningar.

Býráðið samtykti í mai 2019 at leiga eina savnsgoymslu á Hálsi, og í januar 2020 var avgerð tikin um, at Býarsavnið skal hava framsýningarhøli í gamla Musikkskúlabygninginum á Frúutrøð.

Virksemið

Tórshavnar býarsavn hevur virkað sum eitt sonevnt pop-up savn. Tað vil siga, at savnið skipar fyri skiftandi framsýningum og tiltøkum í ymsum hølum hjá kommununi. Nú savnið hevur fingið føst framsýningarhøli, verður fasta framsýningin á Frúutrøð.

Í viðtøkunum fyri savnið er m.a. ásett at Býarsavnið skal savna, skráseta og framsýna lutir og annað mentanarsøguligt tilfar, sum lýsa livihátt, starvslíkindi og mentan gjøgnum tíðirnar. Savnið skal eisini  vegleiða býráðið og umsitingina um mentanarsøgulig fyrilit í sambandi við byggisamtyktir og byggiloyvi.

Millum høvuðsuppgávurnar er skráseting av øllum lutum hjá savninum, skipan av nýggju goymsluni, nýggja skrásetingarskipanin SARA, serframsýning um Havnina undir krígnum og komandi fasta framsýningin.

Býarsavnið virkar við støði í etisku ICOM-reglunum fyri savnsvirksemi, sum er ásett av UNESCO og staðfest í Føroyum.

Sí leiðreglurnar her