Føstulávint

At ganga grýla!

Føstulávintsmánadag fara grýluklødd børn helst at banka á dyrnar nógvastaðnis. Tá tey hava sagt, hvat tey eita, fáa tey bomm ella kanska eitt oyra.

Kanska onkur bankar uppá í annaðkvøld eisini. Tað var gamalt at ganga grýla týskvøld – grýlukvøld. Mikudagin er øskudagur og tá byrjar føstan, ið endar páskadag. Fyrr í tíðini var føstuinngangur hesar tríggjar dagarnar, áðrenn farið varð undir ta álvarsomu og strongu føstuna.

Í dag er lítil munur á føstuni og vanliga gerandisdegnum. Fyrr var øðrvísi. Tey spældu t.d. ikki kort í føstu og dansaðu ikki. Og í katólskari tíð var ikki loyvt at eta kjøt í føstu. Um børnini ikki skikkaðu sær væl kom grýlan eftir teimum, sum vit syngja í skjaldrinum:

Oman kemur grýla frá gørðum

við fjøruti hølum,

bjølg á baki

skálm í hendi,

kemur at kryvja búkin úr børnunum,

ið gráta eftir kjøti í føstu

Tá var einki annað at gera enn at koyra kjøt í posan, so grýlan gavst at ýla og bidda! Fyrr gingu vaksin fólk grýla ella langaføsta, sum tað eisini varð nevnt. Seinni bleiv tað vanligt hjá børnum at ganga grýla.

Marius Johannesen greiður frá í bókini “Føroysk barnaspøl”, at tá hann var barn vóru børnini glað fyri ein sukurmola, tí góðgæti var ikki so vanligt tá. Tað hendi seg eisini meir enn so, at sukurmolin varð brotin í helvt, um grýlurnar vóru nógvar í tali. Hetta hevur verið í 1910 árunum.

Á myndunum, ið frøkun Gravesen hevur tikið, síggjast børn í Hornabø, sum ganga grýla helst fyrst í sekstiárunum. Frøkun Gravesen var sjúkrasystir í Havn í árunum 1956 – 1966. Hon tók nógvar myndir í Føroyum, sum hon læt Ølgod Museum. Savnið hevur latið Tjóðsavninum myndirnar, ið Býarsavnið er sloppið at læna.

Sum sæst á myndunum brúktu børnini gekkaskortar tá, bæði keyptar og heimagjørdar. Á síðstu myndini er ein skortur, sum Býarsavnið eigur. Stuttligt um onkur veit at siga okkum, nær hesin man hava verið brúktur!