Søgulig mótasýning

Mentanarnáttina 2019

Mentanarnáttina 2019 skipaðai Býarsavnið fyri søguligari mótasýning í Müllers Pakkhúsi. Tvær fullsettar sýningar vóru, og tíverri vóru nógv fólk, ið ikki sluppu inn.

Á mótasýningini sóu og hoyrdu áskoðararnir, hvussu havnarfólk gingu ílatin frá umleið 1920 til 1970­árini. Umframt at lýsa føroyska mótasøgu í eina hálva øld lýsti sýningin eisini altjóða rák,  samfelagsmenning og livikor í Havn í  hesum tíðarskeiði.

Katrina í Geil og Johan Holm Simonsen hjálptu at finna klæðir og lótu modellirnar í. Ria Tórgarð pallsetti framsýningina og var eisini frásøgufólk. Rósa Tovudóttir tók myndirnar.

Savnið hjá Birgari

Frá 8. apríl til 3. mai 2019

Sum liður í yvirtøkuni av lutum frá Birgari Johannessen yvirtók kommunan leigumálið í gamla Tórs Kafeteria, har Birgar hevði sínar lutir. Leigumálið gekk út í august 2019, og møguleiki var ikki at leingja tað. Í tí sambandi varð hampað um og gjørt klárt, soleiðis at framsýningin kundi vera opin  fyri almenninginum í apríl mánaði.

Til heiðurs fyri Birgar Johannessen varð framsýningin kallað „Savnið hjá Birgari“. Fitt av fólki vitjaðu og fimm skúlaflokkar nýttu eisini høvi at vitja framsýningina. ja fyrrapartar.



Jól í Havn

Pop-up framsýning í Finsen 2. – 23. desember, umframt 29. og 30. desember 2018.  

2. desember 2018 lat Býarsavnið hurðarnar upp fyri jólahugna í Finsen. Endamálið við framsýningini var at lýsa jólini í høvuðsstaðnum gjøgnum tíðirnar: Hvaðani stava siðirnir, ið eru knýttir at jólunum, eitt nú jólatræið, jólagávurnar og jólamaðurin?

Hetta var gjørt við at innrætta fýra stovur frá ymsum tíðarskeiðum: fyrst í 1900, í 1940’unum, 1950’unum og 1970’unum. Eisini vórðu fýra handilsvindeygu úr sama tíðarskeiði innrættað. Harumframt var ein myndaveggur og eitt savn av glaskúlum.

Framsýningin var opin hvønn dag millum kl. 14 – 17. Fyrrapartar stóð skúlum í boðið at vitja framsýningina. Adventsvikuskiftini var verkstova fyri børn, har Anna Maria Sloan gjørdi heimagjørt jólapynt við børnunum.  

Framsýningin var sera væl vitjað. Nærum 2000 fólk vitjaðu framsýningina, harav 340 børn og 290 skúlanæmingar.  

Hugskot: Margretha Nónklett / Tórshavnar býarsavn Framsýningarsniðgevi: Johan Holm Simonsen Research & tekstur: Margretha Nónklett Eftirkanning av teksti: Jóan Pauli Joensen Rættlestur: Hanna Simonsen – Grafiskt arbeiði: ThePetur – Myndir: Mureldur


Andrea Árting
– ein merkisverd kvinna

Á sumri 2018 skipaði Tórshavnar býarsavn fyri framsýnignini  ‘Andrea Árting – ein merkisverd kvinna’. Framsýningin var á Býarbókasavninum í tíðarskeiðinum 11. juli til 12 august 2018.

Tað var ein lýsing eftir kvinnuligum rógvarum í Tingakrossi í juli 1918, sum setti gongd á kvinnuróður í Føroyum. Høvið var tilstundandi ólavsøkuróðurin, og líka síðan hevur ólavsøkuróðurin verið fastur táttur av ólavsøkuni, ið sostatt hevur 100 ár á baki í ár.

Avsendarin av lýsingini var Andrea Árting, og hennara ynski var at prógva, at kvinnur kundu hava eins gott áralag sum menn. Undirtøkan fyri at luttaka á ólavsøkuróðrinum var so mikið góð, at tað eydnaðist Andreu at manna fimmmannafarið “Kristina” til ólavsøkuna í 1918.

Kappróður var hennara stóri áhugi innan ítróttina, men Andrea brendi eisini fyri at tryggja javnrættindi millum menn og kvinnur í heila tikið. Hon stóð á odda í ótroyttiliga stríðnum, sum endaði við at kvinnur og menn loksins fingu somu løn fyri sama arbeiði í 1981. Tað er eisini hetta stríðið, ið hevur gjørt hana til ta stóru fyrimynd, hon er í dag.

Ivan Niclassen hevur framleitt tilfarið til framsýningina, og veitarar av myndum og skjølum eru Bjarni Rubeksen, Eyðun Árting, Kári Árting, Alan Brockie, Kalmar Lindenskov, Tjóðsavnið og Landsbókasavnið.
Grafiska arbeiðinum hevur Sendistovan staðið fyri.