Havnarsøga nú sum poddvarp

Í eini nýggjari forvitnisligari sendirøð sleppur tú at uppliva Havnina, sum hon var fyrr í tíðini. Margretha Nónklett, býarsavnsvørður, er vertur á poddvarpsrøðini Gripagoymslan.

“Seint á heystið í 1886 hendi nakað heilt serligt, tá bar nevniliga til at síggja eina veruliga apu í Klubbanum”.

Soleiðis byrjar fyrsti partur av nýggju poddvarpsrøðini Gripagoymslan, sum júst er komin út á stroymingtænastur sum Spotify og Apple Podcasts. Tað er Tórshavnar Býarsavn, sum saman við ljóðfólki og journalisti hevur framleitt poddvarpið.

Tórshavnar Býarsavn, sum flutti inn í gamla Musikkskúlabygningin í 2020, hevur til endamáls at varðveita og miðla Havnar søgu. Savnið hevur havt fleiri framsýningar og rundtúrar, og víðkar altso nú um sítt virksemi við einum nýggjum poddvarpi.

Korona farsóttin hevur havt við sær, at søvn uttanlands eru farin í holt við at miðla søgu og lutir á nýggjum samskiftispallum, eitt nú í poddvarpssendingum. Fyri Býarsavnið var 2020 eitt hendingaríkt ár. Savnið fekk savnshøli í gamla Musikkskúlanum á Frúutrøð og tað eydnaðist savninum at lata serframsýningina um Havnina undir krígnum upp hóast korona.

Í ár er støðan tó ein onnur. Ætlaðu umvælingarnar á Býarsavninum draga út og tí hevur savnið funnið aðrar máta at miðla Havnasøgu, meðan bíðað verður eftir, at hølini verða klár. So tá Býarsavnið nú førkar seg yvir á ein av teimum nýggjastu samskiftispallunum, er tað bæði orsakaða av hølisviðurskiftunum, men eisini fyri at flyta søguna við yvir har, sum fólkið er, sigur Margretha Nónklett, sum er leiðari á savninum og eisini vertur í sendingini.

Serstakir lutir

Í hvørjum parti verður ein serstakur lutur funnin fram úr rúgvismiklu goymsluni hjá Tórshavnar Býarsavni. Poddvarpið er ein kanningarferð aftur í tíð, har verturin saman við einum serfrøðingi ella heimildarfólki granskar lutin og ta tíðina, luturin hoyrir til.

– Umframt at vera ein roynd at lýsa teir ávísu lutirnar, er hetta eisini ein roynd at lýsa samtíðina, teir hoyra til. Fyrsti partur snýr seg um eina útstappaða apu, sum stendur í húsunum hjá Hans Andrias og Petru Djurhuus. Apan er frá 1880-árunum, og tað vísir seg, at um tað mundið var eisini ein øgiliga nógv umtalað framsýning í Havnar Klubba, har ein apa varð víst fram. Tað bleiv enntá eitt orðatak, at tað var tað sama at hava verið í Havn og ikki sæð apuna, sum tað var at hava verið í Rom og ikki sæð pávan. Hetta er tí ikki bara ein søga um eina útstappaða apu, men um eina tíð, har Havnafólk byrjaðu at vísa tí ókenda og eksotiska áhuga.

Til ber at lurta eftir Gripagoymsluni á stroymingtænastunum Spotify og Apple Podcast og á heimsíðuni hjá Tórshavnar Býarsavni, byarsavn.fo/poddvarp.