Hevur tú lutir frá seinna heimsbardaga?

Ein kjóla, sum omma ella mamma dansaði í undir krígnum. Leikur hjá abba. Skamtanarmerkir, sjokulátapappír og silkisokkar. Peningaseðlar, brøv og mangt annað…

Hevur tú lutir við hús, sum stava frá seinna heimsbardaga, vilja vit fegin frætta frá tær.

Vit fyrireika nevniliga eina framsýning um Havnina undir krígnum, nú tað í ár eru 75 ár síðan bretska hersetingin í Føroyum var av.

Býarsavnið eigur fleiri lutir frá tíðini undir hersetingini, men vit sóknast serliga eftir teimum meira gerandisligu lutunum.

So heldur tú teg hava okkurt áhugavert frá krígstíðini, send endiliga ein teldupost til byarsavn@byarsavn.fo ella ring á tlf 302090. Vit bíða spent!