Ynskir tú at lata søguligar lutir, myndir ella annað tilfar?

Býarsavnið tekur gleðiliga ímóti lutum og øðrum tilfari, sum vit meta vera viðkomandi til lýsing av Havnar søgu.

Tú ert vælkomin at seta seg í samband við Býarsavnið á telefon  302090, um tú hevur lutir ella tilfar, ið tú ynskir at lata. Eisini ber til at tøppa inn í teigarnir niðanfyri og viðhefta mynd.

Ein meting verður síðani gjørd av lutinum ella tilfarinum, og her verður dentur lagdur á at kenna søguna hjá lutinum, nýtslu og upplýsingar um eigara ella brúkara. Eisini verður hugt eftir um savnið longu eigur líknandi lutir.

Í sambandi við avhending verður gjørd ein skrivlig avtala, har býarsavnið fær fullan ognarrætt til tað, ið verður latið.