Myndasavn

Minnist tú, tá Sjómansheimið var ljósareytt? Hevur tú góð minni frá eydnuhjólinum hjá nunnunum á Ólavsøku? Er kioskin hjá Astu partur av tíni ímynd av Havnini? Niðanfyri er eitt úrval av myndum, sum Tjóðsavnið hevur lænt Býarsavninum. Myndirnar eru tiknar í 1960 og 1970-árunum av ávikavist hetlendingum, ið vóru og vitjaðu í Føroyum og frk. Gravesen, ið var í Føroyum og arbeiddi sum sjúkrasystir í 1960-árunum. Set teg í samband við Tjóðsavnið, um tú ynskir at nýta onkra mynd.

Filmurin á forsíðuni er av Tinganesi, Kongabrúnni og Tinghúsvegnum á vári 1950. Vit hava fingið filmin frá Hera Simonsen, sum hevur eina rás á Youtube við søguligum filmum úr Havn í 1950 til 1979. Skotsku feðgarnir Alf og James Cordiner hava tikið litfilmin upp á einar av teirra mongum ferðum í Føroyum.