Edward Jenner koppsetir ein smádrong, møguliga sonin. Koparristuprent hjá C. Manigaud eftir E Hamman. Myndin er tikin av netinum (Wellcome Library no. 546000i).

Pokurnar

Koronavirusið hevur loypt hvøkk á okkum øll. Bæði í Føroyum og uttanlands bíða fólk eftir munadyggum heilivági og einari vaksinu móti sjúkuni. Slíkar umfarssjúkur eru tó einki nýtt. Heldur ikki hjá okkum. Í 1709 gingu herviligar pokur í Havn, har 75 % av íbúgvunum doyðu. Tað eydnaðist Nólsoyar Pálli at fáa fríska koppavaksinu til Føroyar í 1807. Eftir hetta gingu pokurnar ikki aftur í Føroyum. Les meira um herviligu umfarssóttina niðanfyri.

Pokurnar og fyrsta vaksinan

Føroyar vóru væl vardar móti sjúkum fyrr í tíðini, tí oyggjarnar vóru so avbyrgdar. Umfarssóttir komu kortini hendan vegin við tí sambandi, sum var við umheimin.

Ein tann ringasta sjúkan var pokur – eisini nevnd koppar. Umleið 45 milliónir menniskju doyðu av pokufarsóttum í Evropa í 1700-árunum. Barnapokur vóru komnar til Føroyar í 1651, og í 1709 gingu herviligastu pokurnar nakrantíð í Havnini. Sjúkan kom til Havnar í september mánaði við seinasta handilsskipinum hetta árið.

Næstan øll í Havn blivu sjúk. Av teimum 333 íbúgvunum doyðu 250, t.e. 75 prosent av íbúgvunum!

Pokurnar smittaðu illa. Sjúkueyðkenni vóru fepur og bløðrur við vætu, og deyðleikin var stórur. Tey, ið sluppu við lívinum, vóru merkt fyri lívið, men eisini mótstøðufør fyri sjúkuni.

Pokunnarholið

Hóast øll skýggjaðu sjúkuna og ikki tordu at koma til Havnar, breiddi sjúkan seg um landið. Tey fáu frísku skýggjaðu tey sjúku, og trupult var at fáa nakran at jarða tey deyðu. Fleiri av teimum, sum doyðu av pokum hendan veturin, vórðu tveitt í “Pokunnarholið”, sum verður hildið at vera á Bryggjubakka, vestarumegin á Reyninum.

Parkeringspláss á Bryggjubakka. Her á leiðini var “Pokunnarholið”, har havnarfólk deyð av pokum vórðu tveitt niðurí.

Iglur og aðrar viðgerðir

Ymsar viðgerðir hava verið royndar gjøgnum tíðirnar, m.a. varð blóð tikið frá sjúklingum við iglum, og materia frá pokubløðrum varð potað í armin á frískum fólki. Hesin elligamli háttur at pota var kendur úr Eysturlondum og kundi elva til mildari sjúku og síðani mótstøðuføri. Men vandin fyri hjáárinum og deyða var stórur, og tí vann hetta slagið av kopping ikki heilt frama í Evropa.

Neytini góvu íblástur

Hetta var tó byrjanin til koppsetingina, sum bretski læknin Edward Jenners gjørdist kendur fyri í 1796. Fólk høvdu varnast, at neytakonur sjáldan gjørdust sjúkar av pokum. Hetta gav Jenners íblástur til at fara undir koppseting av frískum dreingjum við neytapokum (sum vóru mildari), soleiðis at teir gjørdust mótstøðuførir móti sjúkuni.

Orðið “vaksina” stavar frá latínska orðinum “vacca”, sum merkir kúgv.  

Koppseting í Føroyum

Í Danmark varð farið undir at koppseta fyri pokur síðst í 1700-talinum, og fleiri miseydnaðar royndir vórðu gjørdar at flyta koppingarevni til Føroya í gløsum. Í 1805 eydnaðist tað Nólsoyar Pálli at fáa fríska koppavaksinu til Føroyar í livandi fólki. Áðrenn fráferð úr Danmark læt hann ein av manningini koppseta. Síðani læt hann koppseta ein mann um dagin, til øll manningin var koppsett. Tá teir komu til Føroya, hevði seinasti koppsetti frískan vág at lata í Føroyum. Eftir hetta gingu pokurnar ikki aftur í Føroyum.

Í Føroyum varð lóg sett í gildi í 1906, sum álegði øllum at koppseta børnini fyri pokur. Lógin varð avtikin í 1976, tí tá vóru pokur sambært WHO nærum útdeyðar.      

Koppsetingin fyri pokur er hitt fyrsta dømið um, hvussu ein vaksina kann týna eina sera smittandi sjúku. 

Keldur:

Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen: Havnar søga II, 2004.

Hans Jacob Debes: Føroya søga 3, 2000.

Henrik Permin, Palle Petersen og Niels Højby: Det sidste tilfælde af kopper i Danmark og de organisatoriske forhold i 1970. Dansk Medisinsk Årbog, 2005.

Lov for Færøerne nr. 37 af 9. marts 1906 om indpodning af kokopper.