Samstarv

Starvslesandi

Hevur tú hug at koma í starvsvenjing á Býarsavninum? Sum starvslesandi verður tú partur av dagliga arbeiðinum á savninum og fært við hesum innlit í tey mál, ið savnið arbeiðir við. Arbeiðsuppgávurnar kunnu vera sera ymiskar, alt eftir hvat tørvurin er í tíðarskeiðinum. Tað verður tó miðað eftir, at tú kanst arbeiða við onkrum innan títt fakøki, eitt nú at gera framsýningar og tiltøk, greiningar/kanningar, skráseting og røkt av lutum, kunningartilfar til heimasíðuna, marknaðarføring, miðlan o.s.fr.  

Tú eigur at vera undir hægri útbúgving, og tað er ein fyrimunur at hava lokið prógv á bachelor-stigi. 

Starvsvenjingin er ólønt og er skipað eftir somu reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi hjá tí almenna. Starvsvenjingin er millum 3 – 6 mánaðir, alt eftir tíðarætlanini hjá lestrarstovninum. 

Set teg í samband við okkum fyri at hoyra nærri á telefon 302090, ella við telduposti byarsavn@byarsavn.fo.   

Sjálvboðin

Ert tú farin av arbeiðsmarknaðinum, og hevur hug at vera virkin innan savnsøkið?

Vit hava eitt nú brúk fyri fólki at flokka og skráseta gamlar myndir og skjøl, rættlesa tilfar og annars at hjálpa til við ymiskum fyrifallandi.   

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú kundi hugsað tær at hjálpt til á savninum nakrar tímar um mánaðin.