“Savnið hjá Birgari”

Savnið hjá Birgari Johannessen er upprunaliga eitt privat savn, ið er á tremur við lutum, ið Birgar hevur savnað síðani 1960 árini. Ein stórur partur av lutunum er gerandislutir, ið siga eina søgu um lívið í Tórshavnar býi. Um gerandislív, arbeiði og mentanarlív.

Birgar Johannessen lat Tórshavnar kommunu privata savnið í oktober 2018, og savnið er soleiðis vorðið fastur partur av Tórshavnar býarsavni.

Savnið hevur hildið til í gamla Tórs Kafeteria. Hetta leigumál gongur skjótt út, og í hesum sambandi hevur verið opið fyri almenninginum hvønn dag í apríl mánaði. Skúlar og stovnar hava eisini havt høvi at vitja fyrrapartar.

Arbeitt verður við at útvega Tórshavnar býarsavni høli til fast framsýningarvirksemi, og lutirnir frá Birgari verða partur framsýningunum hjá býarsavninum.