Søgulig mótasýning fyri fullsettum húsum
18. jun. 2019
Býarsavnið skipaði fyri søguligari mótasýning í Müllers Pakkhúsi Mentanarnáttina. Tvær sýningar vóru og báðar vóru fullsettar. Mótasýningin var partur av einari verkætlan hjá savninum um klædnamóta í Havn gjøgnum tíðirnar. Myndir frá tiltakinum, og tilfar um klædnamóta tey ymsu tíðarskeiðini verður tøkt á heimasíðuni aftaná summarfrítíðina.