Søguligur gongutúrur um Havnina undir krígnum
17. jul. 2020
Vit vitja krígsminni í býnum og støð, har bretar høvdu virksemi. Byrjað verður við Býarsavnið á Frúutrøð, har ein tann størsta barakkeindin lá. Túrurin endar við Kongaminni, sum var loftverjustøð.
Ferðaleiðari er Jon S. Hansen, sum júst hevur skrivað serritgerð um bretsku hersetingina.
Túrurin tekur 2 tímar og er lættur at ganga. Kostnaður: 150 kr. fyri hvønn. Í minsta lagi 10 luttakarar.
Bílegg pláss her: