Býarsavnið søkir eftir starvslesandi til seinna hálvár 2020

Vit leita eftir einum ágrýtnum og dugnaligum starvslesandi, sum ynskir at royna seg innan savnsheimin. Sum starvslesandi á Býarsavninum fært tú ein virknan leiklut í okkara komandi framsýning um “Havnina undir krígnum”, harímillum Savnsfagnaðin. Savnsfagnaður er í heystfrítíðini og ætlanin er at fylla skránna við spennandi tiltøkum til alla familjuna. 

Tú kemur eisini at arbeiða við skráseting og varðveitslu av lutum og annars verða partur av dagligu arbeiðsgongdini á savninum.

Umsóknarfreistin er 1. juli 2020. Umsóknir skulu sendast til byarsavn@byarsavn.fo